Rói Ellefsen á Skipagøtu til Aarhus Håndbold

Rói Ellefsen á Skipagøtu til Aarhus Håndbold
Enn ein føroyskur hondbóltslandsliðsleikari skiftir frá næsta kappingarári til danskan hondbólt
Rói Ellefsen á Skipagøtu, her avmyndaður í dysti fyri sítt svenska felag, Hallby IF, sum hann hevur umboðað í trý ár, skal nú til Danmarkar at spæla hondbólt.
Mynd: Hallby IF  
 
09.02.2026 - 17:31

- I jagten på nye sejre er vi er glade for endnu engang at kunne rekruttere en talentfuld spiller fra Færøerne og deres succesfulde herrelandshold.

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Aarhus Håndbold í samband við, at felagið hevur gjørt avtalu við Róa Ellefsen á Skipagøtu, sum merkir, at hoyvíkingurin skal spæla fyri danska felagið frá byrjan av næsta kappingarári.

Felagið skrivar eisini, at Rói Ellefsen á Skipagøtu var partur av føroyska landsliðnum, sum var til EM, sum júst hevur verið í Danmark, Svøríki og Noregi, har føroyska liðið spældi, har liðið við javnleiki móti Sveits og stórsigri ímóti Montenegro endaði á 13. plássi.

- Vit eru glað og errin um, at tað eydnaðist okkum at fáa Róa á liðið, og vit hava stórar vónir um, at skjóti bakkurin kann vera við til at menna okkara lið, sum liggur í oddanum í 1. deild. Við sínum nógvu royndum úr bestu svensku deildini, har hann spælir fyri Hallby IF, og altjóða dystum fyri Føroyar, og við sínum stóru dygdum í báðum endum av vøllinum, er Rói júst rætti maðurin til okkara lið næstu kappingarárini, har vit framhaldandi arbeiða við at menna góðar ungar leikarar, so bæði teir og Aarhus Håndbold kunnu kappast ímóti teimum allarbestu í bestu donsku hondbóltsdeildini, skrivar Aarhus Håndbold.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870