Kyndlagonga fyri vápnahvíld í Gasa

Kyndlagonga fyri vápnahvíld í Gasa
Sunnudagin kl 15 verður kyndlagonga frá Bursatanga í Havn
 
16.12.2023 - 16:10


Í morgin klokkan 15 skipar bólkurin handan átakið: Samhugi við Palestinan fyri kyndlagongu í Havn til frama fyri varandi vápnahvíld í Gasa.

Skipa verður somuleiðis fyri innsavning av undirskriftum, stendir í fráboðan til miðlarnar í dag. 

Føroyskir politikarar eiga at úttala seg og ávirka støðuna, halda fólktini handan átakið, sum vísa á at Ísrael hevur dripið næstan 8.000 palestinsk børn hesar seinastu tveir mánaðirnar. 

 

"Neyðhjálparfelagsskapir á staðnum siga, at teir hava ongantíð áður sæð nakað líknandi. Vit kunnu ikki longur góðtaka, at Føroya fólkavaldu myndugleikar ikki úttala seg og gera sítt fyri at ávirka støðuna, har teir kunnu", siga fyrireikarirnir til kyndlagonguna og undirskrifts-innsavningina.


“Tað kann vera, at Føroyar er eitt lítið land við avmarkaðum møguleikum at ávirka altjóða stórpolitikk, men hetta snýr seg eisini um at vera á røttu síðuni av søguni. Vit ynskja ikki at vera tigandi áskoðarar til eitt fólkadráp,” siga fyriskipararnir. 

 

Fyrr í vikuni atkvøddi eitt stórt fleirtal av ST limalondunum fyri einari humaniterari  vápnahvíld í Gasa.

Avtalan er tó ikki bindandi og snýr seg einans um ein fyribils vápnasteðg, ið skal loyva bráðfeingis neyðhjálp inn í Gasa.

 

Kyndlagongan verður sunnudagin 17. desember kl. 15 og byrjar á Bursatanga.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233