Svøríki nærri NATO

Svøríki nærri NATO
Uttanríkisnevndin í turkiska parlamentinum hevur atkvøtt limaumbønini hjá svium
Turkiski forsetin tekur lógvatak við svenska forsætisráðharranum
 
26.12.2023 - 18:22

Svøríki er nú eitt fet nærri NATO limaskapinum. Tí Uttanríkisnevndin í turkiska parlamentinum hevur í dag góðkent svensku umbønina til at gerast limur í NATO. Tað skrivar Reuters sambært TV2.

Tað er tó bert eitt av fleiri stigum, sum politiska skipanin í Turkalandi skal taka, áðrenn limaskapurin verður veruleiki. 

Næsti leikur er, at turkiska parlamentið eisini skal atkvøða um limaskapin, men tað kann enn einaferð draga út, tí tað er ikki greitt nær tann atkvøðugreiðslan verður.

Og um so parlamentið atkvður fyri, skal tað eisini góðkennast av turkiska forsetanum Recep Erdogan, sum í fleiri umførum hevur funnist at svensku limaumbønini, og sett treytir.

Finland og Svøríki søktu bæði um NATO limaskap í senn, eftir Russland gjørdi innrás í Ukraina í Februar í fjør. Finska umbønin bleiv endaliga góðkent í apríl mánaði í ár. Londini bæði høvdu vónað, at gerast limir samstundis, men Turkaland setti seg ímóti svensku limaumbønini.

Øll limalondini í NATO skulu samtykkja nýggj limalond. Umframt Turkaland hevur Ungarn heldur ikki góðtikið limaumbønina hjá Svøríki enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025