Russar tikið týdningarmiklan bý í Ukraina

Russar tikið týdningarmiklan bý í Ukraina
Ukrainski herovastin váttar, at ukrainar hava tikið seg aftur úr býnum
Zaluzhny, ukrainski herovastin váttar, at ukrainar hava tikið seg úr býnum eftir aðrir myndugleikar í gjár avsannaðu søguna
Mynd: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.12.2023 - 18:39

Russar siga seg nú hava tamarhald á ukrainska býnum Mariinka eystarlaga í landinum.

Og hesum váttar ukrainski herovastin Valerij Zaluzhny, eftir at ukrainskir myndugleikar í gjár avsannaðu, at russar vóru um at taka býin.

Mariinka, er av mongum mettur at vera høvuðsvegurin inn í partvís-hersetta Donetsk-landslutin og hevur tí stóran hernaðarligan týdning.

Zaluzhny herovasti sigur, at støðan í Mariinka í mangar mátar minnir um stríði í Bakhmut. Býurin er fullkomiliga lagdur í oyði, og tað verður kríggjast frá vegi til veg, og ukriansku herdeildirnar hava nú tikið seg aftur til útjaðaran av býnum, har tær hava fyrireika nýggjar verjustøður.

Ukraina hevur bygt nógvar skansar í býnum, síðani russisku innrásina í Donbass og Krim í 2014, og tí er tað ein dyggur smeitur, at russar nú hava tikið tamarhald á býnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025