Fronsk sendifólk útvíst

Fronsk sendifólk útvíst
Aserbadjan boðar frá, at tvey fronsk sendifólk eru óynskt í landinum. Tey skulu hava gjørt nakað, sum ikki samsvarar við starvið sum stjórnarumboð.
Høvuðsstaðurin í Aserbadjan, Baku.
 
27.12.2023 - 15:54

Uttanríkisráðið í Aserbadjan kallaði í gjár fronsku sendikvinnuna Anne Boillon á fund, har hon fekk handað eitt hvassorðað mótmæli um virksemið hjá fronsku stjórnarumboðunum, stendur í boðum frá uttanríkisráðnum.

Tað er ikki greitt, hvat stjórnarumboðini eru skuldsett fyri, men tey hava bæði fingið 48 tímar til at fara úr landinum.

Stjórnin í Baku hevur áður skuldsett Frakland fyri at vera í parti við Armenia, tá ið lond í Evropa vóru semingsfólk undir friðartingingum millum Armenia og Aserbadjan fyrr í ár, skrivar NTB.

Síðan í 1990-unum hevur fleiri ferðir verið kríggj millum Armenia og Aserbaidjan, og síðsti samanbresturin var so seint sum í september í ár.

Stríðið hevur staðið um umstrídda landspartin Nagorno-Karabakh, sum armensk loysingarfólk høvdu valdið á í fleiri áratíggju til Aserbaidjan tók økið í september.

Síðani eru flestu armensku íbúgvarnir flýddir úr Nagorno-Karabakh.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112