Suni tekur samanum #02: Søgunnar veingjasuð

bannari
Suni tekur samanum #02: Søgunnar veingjasuð
"Vit taptu, gaman í, kortini var hetta ein løta so stórbær, næstan óverulig, at tú av røttum kendi søgunnar veingjasuð bera við teg"
"Føroyska manshondbóltslandsliðið og allur hin stóri og trúfasti skarin av viðhaldsfólki, er vorðin ein sjáldsama sterk symbiosa"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.01.2024 - 12:45

Suni Merkistein, journalistur og ítróttarpoetur, er staddur í Berlin í sambandi við fyrstu luttøkuna í einum EM-endaspæli hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Suni tekur soleiðis saman um søguliga dagin, tá Føroyar spældu sín fyrsta dyst móti Slovenia.

Hoyr hugleiðingar ella les tær her niðanfyri:

12012024_EM24_Status_fra_Suna_02

---

Suni tekur samanum #01

Føroyska manshondbóltslandsliðið og allur hin stóri og trúfasti skarin av viðhaldsfólki, er vorðin ein sjáldsama sterk symbiosa. 

Eingin veit fyri vist, hvussu nógvir føroyingar eru staddir í Berlin. Onkur sigur 4000, onnur halda, at tað heldur man tátta í 5000. Einasta fordømi um slíka sameining og samanhald, íbirt av ítrótti, man vera fótbóltsfepurin, ið vaknaði eftir byrjanina í altjóða fótbólti í 1990.

Eingin av øllum fýra ella 5.000 føroyingunum í risastóru Mercedes Benz Arena í gjárkvøldið iðrar seg um, at hann var hjástaddur, og hevur sett seg fyri ferðini til Týsklands.

Vit taptu, gaman í, vit spældu ei heldur okkara besta dyst, kortini var hetta ein løta so stórbær, næstan óverulig, at tú av røttum kendi søgunnar veingjasuð bera við teg.

 

Høvdu Slovenia á knøunum

Sum frá leið gjørdist øllum greitt, at føroysku dreingirnir vóru hálvavegna í ferð við at vinna okkara frumdyst í einum stórum meistaraskapi.

Vit høvdu Slovenia, sum var í hálvfinaluni fyri fýra árum síðani, á knøunum. Tað er ein sannroynd, tó at vit brendu í meira lagi, og gjørdu fleiri mistøk enn vant.

Spældu okkara dreingir ein lýtaleysan dyst, ella okkurt sum líkist tí, so vunnu teir. So lítið restaði í. Sensasjónin lúrdi, kalvin var hálvur innanborða, men vit mistu á stokkinum. 

Ein góðan dag, so vinna vit - eisini í dysti í einum stórum endaspæli. Tað fingu vit staðfest.

Hetta er bara byrjanin. Okkara spælarar er ungir og framvegs feskir og óroyndir. Teir standa í føgrum blóma. Og nakrir teirra eru óvanliga góðir. Og teir fara at gerast uppaftur betri, sum árini líða.

 

Skarpur verður hildarleikur

Øll koma aftur leygarkvøldið. Líka spent og vónrík sum í gjárkvøldið, tó at mótstøðan verður uppaftur harðari.

Skarpur verður hildarleikur, tá norðmenn móti norskum stríða, sum Sjóarbóndin yrkti í Orminum Langa. Dysturin móti krútsterka norska landsliðnum, sum verður roknað millum favorittarnar í kappingini, verður vorðin sum avbjóðing hjá okkara ungu manning.

Men við øllum føroysku áskoðarunum uttan um vøllin, fara vit uttan iva at geva norðmonnum dygga mótstøðu.

Frásøgumaðurin hjá norska útvarpinum, sum sat omanfyri okkum í gjárkvøldið, var ovfarin, hvussu væl føroyska liðið spældi. - Imponerende, helt hann fyri eftir dystin.

Hvílidagur er í dag hjá føroyska liðnum, men longu í morgin herja teir á aftur í Mercedes Benz Arena. Og tað verður av sonnum ein glymur dansur í høll hetta leygarkvøldið í Berlin, tá spælast skal móti sterkasta liðnum í bólkinum. 

Men føroyingar tykjast ongan at firnast, hvørki áskoðarar og enn minni spælarar. Eitt nývunnið framfýsni tykist loga í føroyskum hjørtum í týska vetrarkuldanum.

Alt ber brádliga til. Undirsjóvartunlar er hvat tað er, nú gera føroyingar eisini loftbrúgvar bæði til New York og Berlin. Sum gav sjálvur Leonard Cohen okkum íblásturin: first we take Manhatten, then we take Berlin.

 

Suni Merkistein, Berlin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477