Gera sær dælt av streymprísi í Noregi

Gera sær dælt av streymprísi í Noregi
Norska Brúkararáðið mælir fólki til at kanna prísmunin
Tað er púra burturvið, at so stórur prísmunur er á at selja nett somu vøru, sigur norska Brúkararáðið. (Savnsmynd: NTB)
 
15.01.2024 - 08:48

Stórur munur er á, hvat streymveitingarfeløgin í Noregi selja streym fyri.

Tað sigur norska Brúkararáðið, sum mælir fólki til at kanna munin.

- Feløgini gera sær týðiliga dælt av, at brúkarin ikki hevur innlit, ella lumpa brúkaran upp í avtalur, sum tey ikki skilja. Streymur er streymur, og tey eru fá, sum vilja rinda meira enn tey noyðast, sigur stjórin í Brúkararáðnum, Inger Lise Blyverket, í tíðindaskrivi.

 

Millum 0 og 26 oyru

Yvirlit hjá Brúkararáðnum vísir, at eykakostnaðurin hjá feløgunum er millum 0 og 26 oyru í norskum peningi fyri kWh, tað er meira enn 4.000 krónur um árið fyri eina miðalnýtslu sum er 16.000 kWh.

- Tað er púra burturvið, at so stórur prísmunur er á at selja nett somu vøru. Tað ger ikki støðuna betri, at fleiri feløg eisini bjóða óneyðugar tænastur, sum brúkarin skal rinda fyri, - eitt nú streym-trygging og grønan streym, sigur Blyverket.

Norski brúkarastovnurin hevur gjørt eina teldutøka samanberingarskipan fyri streymavtalur, skrivar norska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025