ST ávarar aftur um støðuna í Gasa

ST ávarar aftur um støðuna í Gasa
Í frágreiðingini frá mannarættindaserfrøðingunum verður víst á, at Ísrael hevur bumbað og oyðilagt stórar partar av landbúnaðinum og fiskivinnuni í Gasa
Ísrael oyðileggur alla matvøruveiting til Gasa og brúkar mat sum vápn í stríðnum móti palestinska fólkinum, siga serfrøðingarnir hjá ST. 
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.01.2024 - 14:32

Mannarættindaserfrøðingar hjá ST ávara nú aftur um vanlukkuligu støðuna í Gasa.

- Hetta man vera eindømi, at alt sivilfólkið í einum øki er endað hungursneyð so skjótt, sum talan er um her. Ísrael oyðileggur alla matvøruveiting til Gasa og brúkar mat sum vápn í stríðnum móti palestinska fólkinum, siga serfrøðingarnir hjá ST. 

Í frágreiðingini verður víst á, at Ísrael hevur bumbað og oyðilagt stórar partar av landbúnaðinum og fiskivinnuni í Gasa, sum hevur givið fólkinum mat í munnin.

 

Hvørki vatn ella streymur

Flestu bakarí í Gasa eru stongd, tí tey hvørki hava rávøru, vatn ella streym. Og sindrið av neyðhjálp, sum sleppur inn í Gasa, ger lítlan mun. Tað er serliga í norðara parti av Gasa, at sivilfólk hava lítlan ella ongan møguleika at fáa mat ella drekka, men sum heild er støðan sera vánalig í øllum Gaza, siga ST-serfrøðingarnir.

Eisini eru meira enn 60 prosent av bústøðunum hjá sivilfólkinum í Gasa lagdir í oyði, og eisini tað ávirkar møguleikarnar hjá fólki at fáa mat í munnin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050