Cameron: Minnir um tíðina fyri seinna heimsbardaga

Cameron: Minnir um tíðina fyri seinna heimsbardaga
Politiska støðan í Evropa í dag minnir um hana í tíðini fyri seinna heimsbardaga. Soleiðis ljóðar greiningin hjá bretska uttanríkisráðharranum
Politiska støðan í Evropa í dag minnir um hana í tíðini fyri seinna heimsbardaga, sigur David Cameron, sum er á toppfundi hjá World Economic Forum.
Mynd: Denis Balibouse/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.01.2024 - 18:38

Politiska støðan í Evropa í dag minnir um hana í tíðini fyri seinna heimsbardaga.

Soleiðis ljóðar greiningin hjá bretska uttanríkisráðharranum, David Cameron, í samrøðu við miðilin Politico.eu í samband við hansara luttøku á toppfundinum hjá World Economic Forum, sum verður hildin í sveisiska býnum Davos.

Sambært David Cameron er russiska innrásin í Ukraina tað mest átrokandi málið, sum ein loysn má finnast á.

- Hetta er størsta avbjóðingin hjá okkara ættarliðið. Hetta er sum at vera uttanríkisráðharri ella leiðari í Evropa í tretivunum. Vit mugu ikki eftirlíka Putin. Vit mugu standa ímóti tí ondskapi, sum hendan innrásin umboðar, sigur hann við Politico. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885