Meira illgruni um ritstuldur í norsku stjórnini

Meira illgruni um ritstuldur í norsku stjórnini
Heilsumálaráðharrin er nú undir illgruna fyri ritstuldur í masterritgerðini, eftir granskingar- og útbúgvingarmálaráðharrin legði frá sær fríggjadagin av somu orsøk
Ingvild Kjerkol vardi sína sak á NRK í gjárkvøldið
Mynd: Skíggjamynd av NRK  
 
21.01.2024 - 14:37

Enn ein norskur ráðharri er nú undir trýsti fyri ritstuldur, plagiat, í masterrigerðini.

Nú er tað heilsumálaráðharrin, Ingvild Kjerkol, úr arbeiðaraflokkinum, sum er í brennideplinum fyri ritstuldur.

Fríggjadagin mátti Sandra Borch, sum var ráðharri í útbúgving og gransking, leggja frá sær, tá tað kom fram, at hon í uppgávuni hevði brúkt tilfar hjá øðrum uttan at nevna keldur. 

Nú hevur NRK eftirkannað uppgávuna hjá heilsumálaráðharranum frá 2021 og er komið fram til, at fleiri brot í uppgávuni eru júst tey somu sum skrivað í einari uppgávu tvey ár frammanundan. Og hetta er ikki upplýst sum kelda.

Ingvild Kjerkol segði við NRK í gjárkvøldið, at uppgávurnar høvdu brúkt sama háttalag og endurgóvu tí úr somu lærubókum. 

Men aðrir norskir miðlar vilja eisini vera við, at ritstuldurin fevnir um meira enn bert háttalagið.

Og verjan hjá heilsumálaráðharranum rínir ikki við serfrøðingar, sum NRK hevur tosað við.

- Tekstlíkleikin er so stórur, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at hesir báðir tekstirnir eru gjørdir óheftir av hvørjum øðrum, sigur John-Arne Skolbekken, professari á NTNU, sum er norska universitetið fyri tøkni og náttúruvísund.

Fyri løtu síðani boðaði Nord-Universitet frá, at tey fara at kanna ákærurnar um ritstuldur í masterritgerðini hjá Ingvild Kjerkol. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114