Andstøðan í Ísrael vil hava val

Andstøðan í Ísrael vil hava val
Trýstið á Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, veksur alsamt
Yair Lapid er andstøðuleiðari í Ísrael. (Savnsmynd: Jerusalem Post)
 
22.01.2024 - 15:30

Trýstið á Benjamin Netanyahu, forsætisráharra í Ísrael, veksur alsamt.

Miðlar boða nú frá eini samgongu, sum er í tvíningum, og sambært andstøðuni er neyðugt við vali í ótíð.

Í boðum til Benjamin Netanyhau, sigur andstøðuleiðarin, Yair Lapid ,soleiðis: Latið okkum seta okkum saman. Tú og eg, forsætisráharri og andstøðuleiðari, og lat okkum saman gera av, nær valið skal verða.

Lapid heldur, at tað ikki slepst undan einum val í Ísrael. 

- Um tað verður um ein mánað ella tveir, so verður val í ótíð. Tað er nóg mikið av fólki í samgonguni, sum ikki vilja hesa støðuna, sigur hann.

 

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, er undir stórum trýsti í løtuni. (Savnsmynd)

 

Netanyahu er undir trýsti,  tí stjórn hansara framvegis ikki hevur megnað at fáa allar gíslarnar aftur frá Hamas.

Funnist verður hvassliga at Netanyahu, tí tað eydnaðist Hamas at leypa á Ísrael 7. oktober í fjør og taka 240 fólk gíslar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454