Størsta Nato-venjing síðani kalda kríggið endaði

Størsta Nato-venjing síðani kalda kríggið endaði
90.000 hermenn vera við í venjingini, sum verður í Týsklandi, Póllandi og Baltalondum
90.000 hermenn vera við í venjingini, sum verður í Týsklandi, Póllandi og Baltalondum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
23.01.2024 - 19:18

Endamálið er millum annað at ræða Russland.

Hermenninir skulu tí venja eitt møguligt álop á verjusamgonguna, - slíkt álop setur í gildi grein 5 í Nato-sáttmálanum, sum hevur meginregluna 'ein fyri øll, øll fyri ein'. 

Har stendur, at 'álop á ein ella fleiri partar í Evropa ella norður Amerika er at skilja sum álop á øll'.

- Venjingin er fyri at tryggja okkum, at deildirnar eru á røttum staði fyri at sleppa undan skeivum útrokningum ella iva í Moskva um tilbúgving okkara til at verja hvønn einsta tumma av Nato-økinum. Og so leingi, sum vit gera tað, kemur einki álop á økið hjá Nato, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato í fráboðan.

Stoltenberg staðfestur tó, at Nato ikki heldur Russland er beinleiðis hernaðarlig hóttan nú, skrivar Sky News í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114