Færri vera smittað nú

Færri vera smittað nú
Kortini verður heitt á fólk um at vera varin, sigur Fólkaheilsustýrið
Korona er her enn, men hon er ikki verri í vetur enn undanfarin ár.
 
31.01.2024 - 05:55

Líka nógv vera ikki smittað nú sum fyrr í vetur.

Nýggjastu tølini frá rannsóknarstovuni hjá Sjúkrahúsverkinum vísa, at smittutølini fyri kikhosta, koronu og Mycoplasma Pneumoniae eru minkandi.

Kortini verður heitt á fólk um at vera varin, sigur Fólkaheilsustýrið.

Mycoplasma Pneumoniae er ein bakteriuígerð. 

Sjúkutekinini líkjast beinkrími við ógvusligum, turrum hosta, møði, høvuðpínu og ilt í hálsinum. 

Tey flestu hava fepur, men hann er ikki so høgur sum við vanligum lungnabruna og beinkrími, og tí verður sjúkan ofta rópt kaldur lungnabruni. 

Kikhostafarsótt

Sjúkan víkir frá vanligum lungnabruna við tað, at hon er sera langdrigin og kann vara í tríggjar-fýra vikur.

Seinastu fýra mánaðirnar eru 45 kikhostatilburðir staðfestir.

Tí er talan um eina farsótt, sigur Fólkaheilsustýrið.

Tilmælið haðani er tí framvegis at verja børn yngri enn tvey ár fyri smittu og vera serliga ansin við børnum, sum ikki eru liðugt koppsett.

Korona og kaldur lungnabruni hava ikki verið verri enn onnur ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454