Charles kongur hevur fingið staðfest krabbamein

Charles kongur hevur fingið staðfest krabbamein
Buckingham Palace sigur, at talan er ikki um krabbamein í prostata, hóast krabbameinið var staðfest í sambandi við prostata-skurðviðger
Charles kongur á veg út frá London Clinic eftir skurðviðgerðina fyri prostata
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.02.2024 - 07:16

Góðynskini floyma inn til bretska Charles kong, nú boðað er frá, at hann hevur fingið staðfest krabbamein. 

Tað er enn ikki alment, hvat slag av krabbameini, talan er um, men hann er farin í viðgerð. 

Læknar hava mælt honum frá at røkja almennar uppgávur, meðan hann er í viðgerð, skriva kongshúsið í fráboðan.

 

Ikki prostatakrabbi

Buckingham Palace sigur, at talan er ikki um krabbamein í prostata, hóast krabbameinið var staðfest í sambandi við prostata-skurðviðger.

Charles kongur, sum var krýndur í fjør, fer framvegis at røkja nakrar uppgávur, men størri arbeiðsuppgávur verða nú lagdar á William prins.

Men kona William prins er eisini sjúkrameldað, og tey eiga trý børn, og tí verður hildið, at Anna prinsessa, Edward prinsur og hertuinnan av Edinburgh, Sofie, fara at røkja fleiri av uppgávunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053