VIDEO: 4. flokkur í Tofta skúla tók øll á bóli

VIDEO: 4. flokkur í Tofta skúla tók øll á bóli
Heilt óvæntað vann ein 4. flokkur kapping í føroyskum dansi, sum var fyriskipað millum skúlanæmingar í sambandi við dansistevnuna í Norðurlandahúsinum seinastu dagarnar
Hundraðtals børn hava seinastu dagarnar dansað og kvøðið í Norðurlandahúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2024 - 15:20

Norðurlandahúsið í Havn hevur seinastu dagarnar verið karmur um stóra dansistevnu.

Skúlabørn um alt landið vóru boðin við, og har gekk mangt fyri seg, eitt nú spurnakapping, dansikapping, nógvur dansur, og eisini vóru søgur sagdar.

Flokkarnir, sum vóru við í dansikappingini, kundu vinna ein túr út at bowla við flokkinum.

Og mánadagin hendi tað óvæntaða, at 4. flokkur í Tofta skúla vann kappingina. 

Starvsnæmingar okkara seinastu tvær vikurnar, Poula Hammer úr 10. flokki í Skúlanum við Streymin og Lý Petersen úr 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, vóru í Norðurlandahúsinum týsdagin. Tær báðar hava gjørt hesa reportasjuna um dansistevnuna:

 

20240208_NET_DANSISTEVNA_PRAKTIKANTAR

 

Dansistevnan helt fram mikudagin, og tá vitjaðu Poula og Lý eisini í Sjónleikarhúsinum í Havn, har 300 børn dansaðu. 

 

20240208_NET_DANSISTEVNA_02_PRAKTIKANTAR

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891