Navalnyj deyður

Navalnyj deyður
Russiski andstøðingurin Aleksej Navalnyj er deyður, sigur russiski fongsulsmyndugleikin, sambært Reuters
 
16.02.2024 - 11:47

Sambært Reuters, er Aleksej Navalnyj, sum er russiskur andstøðuleiðari, deyður. 

Tað er fongsulsmyndugleikan í Jamal-Nenets, har Navalnyj hevur sitið í fongsli, sum kunngerð, at hann er deyður. 

Kannað verður nú, hví hann doyði, skrivar fongslið. 

Kreml sigur, at har hava tey ongar upplýsingar um, hví hann doyði.

Navalnyj var ein av kendastu atfinnarunum av Putin, tá ið hann í august 2020 varð eitraður. 

Hann fór aftur til Russland eftir at hava fingið viðgerð í Týsklandi og var tá handtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025