Líkið av Navalnyj funnið

Líkið av Navalnyj funnið
Sambært friðarheiðraða russiska blaðnum, Novaja Gazeta, sum virkar í útlegd í lettiska høvuðsstaðnum, Riga, er líkið av russikska andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj, funnið.
 
18.02.2024 - 15:49

Blaðið endurgevur eitt starvsfólk innan sjúkraflutningstænastuna fyri at siga, at líkið liggur í líkhúsinum á einum sjúkrahúsi í býnum Salekhard.

– Navalnij dettur um, og tey royna at halda honum, og hann fær blá merki á kroppin. Hetta helst tí roynt hevur verið at fáa lív í hann aftur, men hann doyr av hjartaslagi, upplýsir keldan. 

Vanliga vera líkini á teimum, sum doyggja í revsilegum, útflýggjaði til rættarmedisiska myndugleikan, men av eini ella aðrari orsøk verður líkið av Navalnyj flutt beinleiðis í líkhúsið, sigur keldan og leggur afturat.

- Tað stóðu tveir løgreglumenn framman fyri hurðina til líkhúsið, har øll sjálvandi vildu vita, hvat hendi, hví hetta skuldi vera so loyniligt, og um roynt var at dylja sannleikan, sigur keldan sambært VG.no.

Russiskir myndugleikar hava áður upplýst, at Navalnyj doyði fríggjadagin, eftir at hann brádliga gjørdist sjúkur undir einum gongutúri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025