Kanna møguleikan fyri endurgjaldi fyri glaspláturnar

Kanna møguleikan fyri endurgjaldi fyri glaspláturnar
Einki eftirlit var við arbeiðinum, tá fasadan á løgtingum var gjørd, og ein frágreiðing mælir til, at øll fasadan á bygninginum verður tikin niður
Glaspláturnar á umsitingarbygningnum hjá løgtinginum vóru ikki rætt festar, og nú verður kannað, um endurgjald kann krevjast. (Savnsmynd)
 
20.02.2024 - 08:35

Formansskapurin í løgtinginum hevur fingið ein advokat at kanna, um endurgjald kann krevjast, nú tað er staðfest, at glaspláturnar uttan á umsitingarbygninginum hjá løgtinginum ikki eru rætt festar.

Landsverk er biðið um at gera eina meting og uppskot um, hvussu farast skal víðari fram í málinum.

Einki eftirlit var við arbeiðinum, tá fasadan á løgtingum var gjørd. 

Tað er millum niðurstøðurnar í eini frágreiðing, sum løgtingið fekk, eftir at tvær glasplátur, sum klæða umsitingarbygningin, duttu niður í fjør summar.

Sambært frágreiðingini hevði verið betri, um arbeiðstakarin ikki hevði biðið um at brúka eitt annað slag av festi til glasfasaduna, enn upprunaliga ætlanin segði.

Frágreiðingin mælir til, at øll fasadan, sum hon er, verður tikin niður inn til betongið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775