Nú fæst dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi

Nú fæst dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi
Norðleif við Krógv, sum seinastu tíðina hevur búð í Hoyvík, er fluttur aftur til Hvalbiar, nú dialysuviðgerð fæst í Suðuroy
Magni Augustinussen (Maja) og Norðleif við Krógv í nýggju dialysuni á Suðuroyar sjúkrahúsi. (Mynd: Hansa Hansen)
 
04.03.2024 - 13:36

Fyrstu sjúklingarnir hava nú fingið dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Um hálvgum tólv tíðina fyrrapartin slapp Norðleif við Krógv, sum seinastu tíðina hevur verið ímyndin av dialysuviðgerðini,  í nýggju dialysuna á sjúkrahúsinum á Tvøroyri, eins og teir báðir, Niels Pauli Midjord og Magni Augustinussen, vanliga nevndur Maja.

Av tí at Norðleif við Krógv ikki hevur verið førur fyri at fara um suðuroyarfjørð fleiri ferðir um vikuna í dialysu á Landssjúkrahúsinum, hevur hann búð í íbúð í Hoyvík, men nú er hann fluttur aftur til Hvalbiar.

Dialysan á Suðuroyar sjúkrahúsi hevur verið ein tungur burður, tí eftir at tólini vóru sett upp á sjúkrahúsinum í heyst, tóku starvsfólkatrupulleikar seg upp.

Nú er ein loysn funnin, og í dag var fyrsti dagur, at sjúklingar fingu dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Dagur og vika fylgdu Norðleifi við Krógv, sum fríggjadagin endiliga kundi flyta heimaftur til Hvalba.

 

20240304_DIALYSA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650