Høgni Hoydal: - Tað var ein feilur ikki at upplýsa um ognarlut í felag

Høgni Hoydal: - Tað var ein feilur ikki at upplýsa um ognarlut í felag
Høgni Hoydal upplýsti ikki fyri almenninginum, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður í desember í 2022, at hann átti í ein einum vinniligum felag
04.03.2024 - 19:22

Høgni Hoydal sigur, at tað var ein feilur, at hann ikki upplýsti, at hann átti í einum báti, sum millum annað hevur til endamál at reka ferðavinnu 

Felagið, hann eigur í, er smápartafelagið Boattours, sum eigur bátin Byssa, sum hevur til endamál at reka virksemi innan bátarakstur, ferðavinnu og annað. 

Tað eru tríggir menn, sum eiga hvør sín triðing í felagnum, Christian Nagata, Gunnar Djurhuus og Høgni Kartin Hoydal. 

 

Ætlar sær ikki at selja sín ognarlut

Landsstýrismaðurin hevur nú biðið um, at upplýsingarnir verða rættaðir.

Fleiri seta spurnartekn við gegni hjá Høgna Hoydal at umsita ferðavinnumál, tá ið hann sjálvur hevur persónlig áhugamál í ferðavinnuni. Sjálvur heldur hann ikki, at hann er ógegnigur.

Landsstýrismaðurin ætlar tó ikki sum nú er at selja sín part í smápartafelagnum Boattours.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334