Fleiri flugu í februar, men ikki so nógv sum í 2019 og 2020

Fleiri flugu í februar, men ikki so nógv sum í 2019 og 2020
Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var 5,7 prosent størri í februar í ár enn í februar í fjør
Fleiri ferðafólk, men tó ikki so nógv sum í 2019 og 2020, áðrenn korona kom.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2024 - 04:59

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var 5,7 prosent størri í februar í ár enn í februar í fjør.

Tey vóru 19.021 í februar í ár.

Men tey vóru kortini færri enn í 2019 og 2020, ávikavíst 1,3 prosent og 9,4 prosent.

Í 2020 vóru bestu januar og februar nakrantíð hjá Vága floghavn.

Tað var, áðrenn korona kom í mars.

Higartil í ár eru ferðafólkini 3,1 prosent fleiri enn í 2019, men 5,9 prosent færri enn í 2020.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201