Ukraina vil hava føroyingar at gevast við samstarvinum við Russland

Ukraina vil hava føroyingar at gevast við samstarvinum við Russland
Alt, sum russar tjena, verður koyrt í eina krígsmaskinu, og verður til bumbur og rakettir í mínum heimlandi, sigur nýggi ukrainski sendiharrin í Danmark
Andrii Yanevskyi er nýggjur ukrainskur sendiharri í Danmark.
Mynd: Information  
 
08.03.2024 - 08:17

- Eg vóni, at vit fáa steðgað henni. 

Tað sigur nýggi ukrainski sendiharrin í Danmark, Andrii Yanevskyi, við danska kringvarpið um júst føroysku fiskivinnuavtaluna við Russland. 

- Eg kann ikki vera fegin um, at nakar handlar við Russland. Tí hvør dollari, evra ella króna, sum russar tjena, verður koyrd í eina krígsmaskinu, og verður til bumbur og rakettir í heimlandi mínum. Sjálvandi eri eg ikki fegin um tað, sigur Andrii Yanevskyi.

Sendiharrin sigur við DR, at hann virkar fyri at sannføra føroyskar myndugleikar um at strika samstarvið.

- Tað er ikki júst tað rætta at gera, at halda fram at samstarva við fólk, sum hótta teg og tíni sameindu. Og sum fremur ræðuleikar og krígsbrotsverk, sigur hann.

Andrii Yanevskyi tók við starvinum sum ukrainskur sendiharri í Danmark í desember í fjør. 

 

Landsstýrið: Lítil og eingin samhandil

Í skrivligum svari til  danska kringvarpið, sigur landsstýrið:

- Viðvíkjandi spurninginum um fiskivinnusamstarvið, skal havast í huga, at atlit eisini skal takast at einari framhaldandi burðardyggari umsiting av fiskastovnunum í Norðuratlantshavi.

Harumframt verður víst á, at samhandilin við Russland er lítil og eingin. 

- Samhandilin millum Føroyar og Russland er munandi minkaður, og kann uttan iva verða samanborin við minkingina í samhandlinum hjá okkara sameindu við Russland.  

Lagt verður aftrat í svarinum, at Føroyar hava fordømt álopið á Ukraina, og Føroyar stuðla Ukraina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938