Portugisar á val

Portugisar á val
Í dag fara portugisar á val, og nógv bendir á, at uttasti høgraflokkurin, Chega, fer at gera eitt gott val
Í dag fara portugisar á val.
Mynd: Pedro Nunes/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.03.2024 - 10:56

Í dag fara portugisar á val, og nógv bendir á, at uttasti høgraflokkurin, Chega, fer at gera eitt gott val.

Veljarakanningar vísa, at hesin høgraflokkurin fer úr 9 prosentum upp í 19 prosent.

Tað er annars Sosialistaflokkurin við Antonio Costa, sum hevur sitið við valdið í Portugál seinastu átta árini.

Blaðið The Economist skrivaði herfyri, at undir Antonio Costa sum forsætisráðharra hevur Portugál verið ein evropeisk sólskinssøga og ein klettur í evropeiskum politikki.

Men seinasta heyst tók Antonio Costa seg aftur sum forsætisráðharri orsakað av eini mutursgølu, og á valinum í Portugál í dag sær út til, at tað verður flokkurin ytst á høgravonginum, ið fer at vinna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025