Mona Juul nýggj forkvinna í Konservativa flokkinum

Mona Juul nýggj forkvinna í Konservativa flokkinum
Mona Juul hevur sitið í fólkatinginum síðani 2019, og seinastu tíðina hevur hon verið forkvinna í tingbólkinum hjá teimum konservativu
Mona Juul verður nýggj forkvinna í Konservativa flokkinum á Christiansborg.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.03.2024 - 11:04

Mona Juul verður nýggj forkvinna og politiskur leiðari í Konservativa flokkinum í Danmark.

Bæði starvsnevndin í flokkinum og tingmanningin mæla til, at Mona Juul verður vald sum forkvinna og politiskur leiðari á landsfundinum hjá Konservativa flokkinum.

Ikki er greitt enn, nær landsfundurin verður.

Síðani Søren Pape Poulsen, sum var politiskur leiðari, doyði herfyri, hevur verið gitt, at Mona Juul fór at taka við floksleiðsluni.

Hon hevur seinastu tíðina verið forkvinna í tingbólkinum hjá Konservativa flokkinum. 

Mona Juul hevur sitið í fólkatinginum síðani 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342