Tveir bjargingarvestar frá Ocean Ranger funnir í Føroyum

Tveir bjargingarvestar frá Ocean Ranger funnir í Føroyum
Mánadagin, greiddi Hanus Kjølbro frá einum bjargingarvesti, sum hevði fokið yvir 3000 kilometrar upp á nakra fáar dagar. Ein annar vestur hevur ferðast júst somu ferð.
 
13.03.2024 - 14:30

Hendingin fór fram fyri 42 árum siðani, tá ið flótiboripallurin Ocean Ranger sakk við Nýfundlandsbankarnar, og nakrar fáar dagar seinni, varð ein bjargingarvestur funnin norðuri í Hvannasundi. 

 

Trýst her fyri at lesa grein og lurta eftir áhugaverdu frásøgnini um bjargingarvestin frá Ocean Ranger. 

 

Bjargingarvesturin frá Ocean Ranger, sum Jóannes S. Hansen fann á sandinum í Syðrugøtu, eitt ár eftir vanlukkuna

 

Fann bjargingarvest frá Ocean Ranger eitt ár seinni

Sama dag, sum samrøðan hevði verið í útvarpinum, greiddi Jóannes S. Hansen, sum tá búði í Syðrugøtu, frá, at hann eitt ár seinni, fann ein annan bjargingarvest frá Ocean Ranger á sandinum í Syðrugøtu. 

Jóannes tók eina mynd og gav politiinum vestin. 

 

Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, og vesturin, sum varð funnin í fjørðuni í Hvannasundi fyri 42 árum síðani. 

 

Bjargingarvesturin frá Ocean Ranger, sum varð funni í fjørðuni í Hvannasundi og hevur ligið á einum ovastalofti har í 42 ár

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756