Landsrætturin viðger mál um neyðtøku

Landsrætturin viðger mál um neyðtøku
Ákærdi maðurin var fríkendur í Føroya rætti, men ákæruvaldið krevur dómin broyttan í landsrættinum
23 ára gamli maðurin var fríkendur í Føroya rætti, men ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri landsrættin. (Savnsmynd)
 
14.03.2024 - 08:36

Eystari landsrættur fer í dag viðgera eitt mál um neyðtøku.

Ein 23 ára gamal maður var í Føroya rætti frídømdur fyri at hava neyðtikið eina 15 ára gamla gentu og fyri at hava framt blúnisbrot móti henni.

Ákæruvaldið kærdi dómin til Landsrættin við kravi um, at dómurin verður broyttur.

Landsrætturin skal taka støðu til, um maðurin skal dømast.

Hendingin skal hava verið í Havn á ólavsøku 2020, - tað er áðrenn lógarásetingin um samtykki kom.

Men løgreglan fekk ikki fráboðan um hendingina fyrr enn í august 2022.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775