Í seinasta lagi um eitt ár byrjar arbeiðið at gera berghol til Tjørnuvíkar

Í seinasta lagi um eitt ár byrjar arbeiðið at gera berghol til Tjørnuvíkar
Grivið verður til bergholsmunnan við Marmaskallará norðan fyri Haldarsvík seinast í hesum árinum ella fyrst í 2025
Munnin verður í dalinum í Tjørnuvík.
 
19.03.2024 - 06:12

Grivið verður til bergholsmunnan við Marmaskallará norðan fyri Haldarsvík seinast í hesum árinum ella fyrst í 2025.  

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, um bergholið til Tjørnuvíkar.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spurdi um bergholini til Dals og til Tjørnuvíkar.

Um bergholið til Tjørnuvíkar svarar Dennis Holm, at søkt verður nú um loyvi frá friðingarmyndugleikum til at kunna gera bergholið.

Og lendið báðumegin munnarnar verður keypt. 

Innanfyri eitt ár

Hann sigur, at roknað verður við, at grivið verður til munnan við Marmaskallará um átta til tólv mánaðir.

Tað veldst um, hvussu gongst at fáa neyðug loyvi og at keypa lendi, svarar landsstýrismaðurin..

Bergholið verður frá Marmaskallará, norðan fyri Haldarsvík, til dalin í Tjørnuvík. 

Tað verður 2,3 kilometrar.

Um bergholið til Dals sigur Dennis Holm, at tað verður væntandi liðugt í 2026. 

Í løtuni er arbeiðið inni í bergholinum nakað seinkað, tí neyðugt er at søkja eftir nýggjum fólkum til bergholsarbeiðið, sigur landsstýrismaðurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025