Grein 25-nevnd skal viðgera løn og eftirløn hjá løgtingsfólkum

Grein 25-nevnd skal viðgera løn og eftirløn hjá løgtingsfólkum
Allir flokkar eru umboðaðir í nevndini, sum hevur fingið uppskotið frá meirilutanum í formansskapinum til viðgerðar
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.03.2024 - 13:21

Løgtingið viðgjørdi fyrrapartin uppskotið frá einum meiriluta í formansskapinum um løn- og eftirlønarviðurskifti hjá tingfólkum.

Grundarlagið undir uppskotinum er tilmæli frá eini uttanhýsis lønarnevnd. Broyttu lønar- og eftirlønarviðurskiftini verða galdandi fyri tey, sum verða vald á næsta løgtingsvali.

Uppskotið er beint í eina serliga grein 25-nevnd, har allir flokkar eru umboðaðir.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, er partur av meirilutanum í formansskapinum, sum legði uppskotið fyri tingið. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eisini er í formansskapinum, tók ikki undir við at leggja uppskotið fram.

Tá viðgerðin í tinginum var liðug, og málið beint í grein 25-nevndina, hitti Marjun Dalsgaard Bjørt Samuelsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur:

 

22032024_Ruth_og_Elsebeth 

 

Fastir limir í grein 25-nevndini eru Eyðgunn Samuelsen, Beinir Johannesen, Steffan Klein Poulsen, Johan Dahl, Sólvit E. Nolsø og Hervør Pálsdóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334