Kongsvitjan kostar 700.000 krónur

Kongsvitjan kostar 700.000 krónur
Tað kostar 700.000 krónur, tá ið løgmaður í summar verður vertur fyri kongshjúnunum, tá ið tey koma til Føroya at vitja
Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya at vitja í juni.
 
26.03.2024 - 07:35

Løgmanskrivstovan hevur biðið um eykajáttan, nú Fríðrikur kongur og Mary drotning koma at vitja. 

Tað var í februar, at kongshúsið boðaði frá, at Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya í døgunum 11. til 14. juni.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá teimum í Føroyum, síðani Fríðrikur tók við sum kongur í januar.

Fyri at kunna vera vertur fyri vitjanini, hevur Løgmansskrivstovan tørv á eykajáttan.

Í eykajáttanarumbøn til Løgtingið verður sagt, at Løgmansskrivstovan ikki hevur fíggjarligt rúm fyri tílíkum eykavirksemi, og tí er neyðugt at játta 700.000 kr aftrat.

Eykajáttan til tænastumannakanning

Løgmansskrivstovan biður eisini um eykajáttan í samband við tænastumannakanning av aðalstjóra.

Millum jól og nýggjár gjørdi løgmaður av at seta í verk tænastumannakanning av embætisførsluni hjá Turið Arge, aðalstjóra í heilsumálaráðnum.

Hetta var gjørt, tí rímiligur varhugi var um, at hon hevði sett til viks innlitslógina, fyrisitingarlógina og umboðsmannalógina.

Løgmansskrivstovan biður í hesum sambandi um eina hálva millión til møguligar útreiðslur til kanningarleiðara og advokatar, sum kanningin kann hava við sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523