Nólsoy og Sumba skulu hava nýggjan fyrstalærara

Nólsoy og Sumba skulu hava nýggjan fyrstalærara
Freistin at søkja er 19. apríl
Í skúlanum í Nólsoy eru 13 næmingar innskrivaðir.
 
27.03.2024 - 08:33

Tvey størv sum fyrstilærari eru leys at søkja, annað í Nólsoy og hitt í Sumba. 

Í Nólsoy eru 13 næmingar innskrivaðir í 1.-7. flokk, og umframt skúlaleiðaran starvast ein lærari í skúlanum.

Í Sumba eru 35 næmingar innskrivaðir í 1.-7. flokk, og har starvast fýra lærarar og skúlaleiðari.

Undirvísingarstýrið hevur lýst størvini leys, og freistin at søkja er 19. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537