Prísurin fyri sethús nærum tvífaldaður seinastu 10 árini

Prísurin fyri sethús nærum tvífaldaður seinastu 10 árini
Tøl frá Hagstovnuni vísa, at miðalprísurin fyri eini hús er farin frá 1,3 mió. kr. í 2013 til 2,7 mió. kr. í 2023
Mynd: savnsmynd  
 
02.04.2024 - 12:15

Miðalprísurin fyri sethús í Føroyum er nærum tvífaldaður seinastu 10 árini. 

Tað vísa tøl frá Hagstovuni. 

Í 2013 var miðalprísurin 1,3 milliónir krónur. Í 2023 var hann 2,7 milliónir krónur. 

 

Prísurin í Havn lækkaður í ár

Miðalprísurin fyri sethús í Havn og fyri størri bygdir og býir er lækkaður nakað frá 2022 til 2023. 

Men í smærri bygdum er prísurin hækkaður. 

Sethúsasølan er gjørd upp eftir prísi, tali og staði. 

 

 

Tølini stava frá tinglýsingum

Betri Banki ger yvirlitið yvir prísirnar í bústaðahandli í Føroyum hvønn ársfjórðing. 

Tølini yvir bústaðakeyp- og -sølur stava frá almennu tinglýsingini, har allir handlar verða skrásettir.

Prísirnir eru viðgjørdir á slíkan hátt, at teir geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanligir bústaðir verða keyptir og seldir fyri. Tølini verða so at siga “sáldað”, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358