Samráðast um at fáa sektir í landskassan

Samráðast um at fáa sektir í landskassan
Løgmaður er samdur við Jørgen Niclasen í, at sektir á yvirtiknum málsøkjum eiga at fara í landskassan
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
05.04.2024 - 08:17

Í næstum vera samráðingar millum Løgmálaráðið og danska løgmálaráðið um sektir, sum nú fara í statskassan í staðin fara í landskassan. 

Tað svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.

Løgmaður er samdur við Jørgen Niclasen í, at sektir á yvirtiknum málsøkjum eiga at fara í landskassan. 

Tí Føroyar eiga útreiðslurnar.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, spurdi um sektir. 

 

Hevur drgið út

Løgmaður nevndi hetta á fundi við forsætisráðharran 2. oktober í fjør.

Avtalað var tá, at Løgmálaráðið og danska løgmálaráðið skuldu umrøða hesi viðurskifti.

Men óvissa í Danmark um, antin løgmálaráðið ella fíggjarmálaráðið varðaði av málinum, gjørdi, at tað dró út.

Nú er so greitt, at løgmálaráðíð eigur málið. Og samráðingar vera í næstum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339