Týski samveldiskanslarin til Kina

Týski samveldiskanslarin til Kina
Hetta er aðru ferð, at Olaf Scholz vitjar í Kina, síðani hann gjørdist samveldiskanslari
 
08.04.2024 - 14:09

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, fer leygardagin til Kina, har hann m.a. skal hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Vitjanin hjá Scholz varar í tríggjar dagar, sigur talsfólkið hjá kanslaranum, Steffen Hebestreit, í dag.

Scholz skal hitta Xi, forseta, og Li Quiang, forsætisráðharra, í Beijing 16. apríl. 

Hann skal eisini hitta leiðarar fyri týskar fyritøkur í Kina, og halda røðu á lærdum háskúla í Shanghai.

Hetta er aðru ferð, at Scholz vitjar í Kina, síðani hann gjørdist samveldiskanslari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949