Fíggjarmálaráðið: Tøkugjøld og serskatting eiga at verða viðgjørd í senn

Fíggjarmálaráðið: Tøkugjøld og serskatting eiga at verða viðgjørd í senn
Uppskotið, sum er semja millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin, fær fyrstu viðgerð í tinginum i morgin. Tað umfatar bara tøkugjøldini
Í Fíggjarmálaráðnum halda tey, at tað er best at bíða við at viðgera uppskotið um tøkugjøld, til uppskotið um serskatting av alivinnuni er klárt. Ta uppskotið kemur eftir ætlan í heyst.
 
01.05.2024 - 13:17

Fíggjarmálaráðið mælir løgtinginum til at bíða við at viðgera tøkugjøldini, til uppskotið um serskatting á alivinnuna er klárt. 

Í morgin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum, um tøkugjøld í alivinnuni. 

Uppskotið byggir á breiða semju millum samgonguna og Sambandsflokkin og skal avloysa tøkugjaldið, sum landsstýrismaðurin setti í verk fyri einum góðum ári síðani. 

Men sambært hoyringarskrivinum hjá Fíggjarmálaráðnum hevði verið best, um løgtingið bíðaði við uppskotinum um tøkugjald, til uppskotið um serskattin á alivinnuna er klárt at viðgera.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01052024_Hoyringarskriv_um_tokugjold

 

>>>Les hoyringarskrivið frá Fíggjarmálaráðnum her.<<<

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Politisk avgerð

Sæð frá sjónarhorninum hjá embætisverkinum eru vansar við, at bara ein partur av semjuni verður samtyktur nú.

Men tað er ein politisk avgerð, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tekur undir við:

 

01052024_Ruth_Vang

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150