Tá LED er í øllum lyktum vera allar tendraðar alla náttina

Tá LED er í øllum lyktum vera allar tendraðar alla náttina
Tá øll gøtuljósini í høvuðsstaðnum hava skift til LED, sum er orkusparandi, verður annaðhvørt gøtuljós ikki sløkt um náttina
Hetta eru gøtuljós í Mykinesi.
 
04.05.2024 - 10:18

Tá øll gøtuljósini í høvuðsstaðnum hava skift til LED, sum er orkusparandi, verður annaðhvørt gøtuljós ikki sløkt um náttina.

Kommunan er farin undir at skifta til LED.

Í Tórshavnar kommunu eru 70 øki, har annaðhvørt gøtuljós slóknar um náttina.

Tað sigur Vatn- og gøtuljósdeildin hjá Tórshavnar kommunu.

Heygsvegurin

Hon nevnir sum dømi gøtuljósini á Heygsvegum í Havn.

Í januar, tá gøtuljósini eru tendrað frá klokkan hálvgum fýra seinnapart til klokkan hálvgum tíggju dagin eftir, brúka tey 198 kilowatttímar, um øll lýsa allar tímarnar.

Tá annaðhvørt gøtuljós er sløkt frá klokkan eitt til klokkan seks, minkar elnýtslan niður í 172 kilowatttímar. Sparingin er 13 prosent.

Í august, tá nógv ljósari er um náttina enn í januar, er sparingin 36 prosent, um onnur hvør lykt er sløkt millum klokkan eitt og seks.

Samanumtikið er sparingin 24,4 prosent, sum er slakar 10.000 kr.

20. mai til 20. juli eru øll gøtuljósini sløkt, upplýsir Vatn- og gøtuljósdeildin hjá Tórshavnar kommunu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615