Landsgrannskoðanin vísir á fleiri ivamál um Bústaðir

Landsgrannskoðanin vísir á fleiri ivamál um Bústaðir
Uppskotið um at hækka lánsloftið hjá stovninum upp í meira enn eina milliard krónur, er farið aftur í rættarnevndina
Landsgrannskoðanin staðfestir, at í oktober 2023 eru 1,3 mia.kr. brúktar ella bundnar í verkætlanir, sum eru í gerð, ella á veg. (Savnsmynd)
 
06.05.2024 - 18:00

Rættarnevndin skal hava greiði á fleiri spurningum, áðrenn uppskotið um Bústaðir endaliga kann avgreiðast.

Ein frágreiðing hjá Landsgrannskoðaranum reisir fleiri ivamál um viðurskifti hjá Bústøðum. 

Uppskotið um at geva Bústøðum heimild at lána 350 milliónir aftrat, er sparkað eina løtu út til horna. Tingfólk himprast við at lata uppskotið fara ígjøgnum, tí Landsgrannskoðanin hevur víst á fleiri avbjóðingar við skipan og rakstri av Húsalánsgrunninum, sum Bústaðir framvegis eita í lógini.

Landsgrannskoðanin læt løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing 12. mars í ár. Ein frágreiðing, sum løgtingsgrannskoðararnir hava biðið um. 

 

Stovnurin skal vera á fíggjarlógini

Har verður m.a. víst á, at Bústaðir eru ogn hjá landinum, og lógarheimild er ikki fyri at halda stovnin uttan fyri fíggjarlóg og landsroknskap. Stovnurin er ikki á fíggjarlógini, og er tikin við í landsroknskapin sum eksternur grunnur. Um løgtingið heldur, at virksemið hjá Bústøðum framhaldandi skal vera hildið uttan fyri fíggjarlógina, má lógin broytast, soleiðis at heimild er fyri tí, sigur landsgrannskoðanin.

Eisini vísir landsgrannskoðanin á, at Bústaðir hava ikki strategiskar langtíðarætlanir at skipa sítt virksemi eftir. Og ger eisini vart við, at sonevnda grunsgjaldið í verkætlanum hjá Bústøðum er minni enn 10 prosent. Tað ber í sær, at stovnurin setur ikki nóg mikið av pengum av til at halda viðlíka teir bygningar, sum Bústaðir lata byggja.

 

Ikki samsvar millum roknskapir

Landsgrannskoðanin sigur eisini, at hóast roknskaparupplýsingar verða latnar landsroknskapinum, er ikki samsvar millum grannskoðaða roknskapin hjá Húsalánsgrunninum og landsroknskapin. Í 2022 var munurin 120 mió. kr. Tí góðkennir løgtingið roknskapir, har tølini ikki eru røtt.

Landsgrannskoðanin staðfestir, at í oktober 2023 eru 1,3 mia. kr. brúktar ella bundnar í verkætlanir, sum eru í gerð, ella á veg, og tí hevur Húsalánsgrunnurin ikki møguleika at fara undir nýggjar verkætlanir, uttan at lániloftið verður hækkað.

Sambært uppskotinum, sum nú er farið aftur í rættarnevndina, skal loftið fyri, hvussu nógv Bústaðir kunnu lána til bústaðabygging, hækka úr 700 mió. kr. upp í eina milliard og 50 mió. kr.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493