- Tíðindi, mentan og ítróttur
300 hernaðarakfør í Danmark fyri fimm milliardir kunnu ikki brúkast
Í fleiri ár hevur NATO heitt á Danmark um at fáa sær sterkari hernaðarakfør enn Piranha V-akførini, sum Danmark í 2015 gjørdi av at keypa.
Men danskir politikarar lurtaðu ikki eftir áheitanini frá NATO, og við broyttu trygdarstøðuni í heiminum stendur Danmark nú við 309 Piranha V-akførum, sum tilsamans hava kostað meir enn fimm milliardir krónur, men sum ikki kunnu brúkast, um tað ringasta skuldi hent.
Piranha V er eitt sonevnt IFV-hernaðarakfar - ein stytting fyri Infantry Fighting Vehicle - sum verður brúkt at flyta herfólk til vígvøllin.
Piranha V-akførini vóru væl egnað til virksemið hjá danska herinum í Irak og Afghanistan, men tær uppgávurnar eru ikki so aktuellar longur. Nú er Russland størsti fíggindin, og móti russiskum stríðsvognum, tyrlum, flogførum og granatum kann Piranha V ikki gera stórvegis.
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, vísir á, at verjupolitiska støðan er nógv broytt seinastu tiðina. (Savnsmynd)
Sáttmála við sviar fyri 10 milliardir
Danmark hevur nú gjørt ein sáttmála við svenska BAE Systems um at keypa 115 IFV-akfør, allarhelst av slagnum CV90, fyri 10 milliardir krónur. Hetta er neyðugt fyri at lúka krøvini, sum NATO setir sínum limalondum.
DR veit at siga, at Danmark hevur roynt at latið Ukraina Piranha V-akførini, men tað ber ikki til, tí tey eru keypt í Sveis, sum ikki loyvir, at sveisisk hernaðarútgerð verður latin Ukraina - sjálvt um Danmark eigur útgerðina.
Bæði forsætisráðharrin Mette Frederiksen og verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen siga við DR, at hóast tey 309 Piranha V-akførini ikki samsvara við NATO-krøvini, so verður kortini brúk fyri teimum í øðrum høpi.
Spurdur, um Danmark ikki átti at lurtað eftir NATO og keypt betur egnað hernaðarakfør, svarar Troels Lund Poulsen, at verjupolitiska støðan er nógv broytt seinastu tíðina, og at fyri bara 10-12 árum síðani var Danmark enntá í ferð við at skerja sína verju.
Keypið av teimum 309 Piranha V-akførunum var partur av verjusemjuni, sum var gjørd fyri 2013-2017, skrivar DR.