Stúra fyri, at í minsta lagi 670 fólk eru deyð í skriðu í Papua Nýguinea

Stúra fyri, at í minsta lagi 670 fólk eru deyð í skriðu í Papua Nýguinea
Hildið verður, at í minsta lagi 670 fólk hava latið lív í einum stórum skriðulopi í Papua Nýguinea í Suðurkyrrahavinum
Mynd: Benjamin Sipa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2024 - 16:43

Hildið verður, at í minsta lagi 670 fólk hava latið lív í einum stórum skriðulopi í Papua Nýguinea í Suðurkyrrahavinum.

Skriðan rakti fleiri enn 150 hús, sum nú liggja undir seks til átta metrar av móru.

Tað sigur leiðarin hjá ST-felagsskapinum fyri migratión í Papua Nýguinea, Serhan Aktoprak, við avstralsku tíðindastovuna, ABC News.

Papua Nýguinea liggur norðan fyri Avstralia.

Støðan er framvegis hættislig og ótrygg í økinum, sigur leiðarin hjá ST-felagsskapinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852