Turbulensur kann koma óvart á flogskiparar

Turbulensur kann koma óvart á flogskiparar
Eftir einari viku hava tvey flogfør verið í óvanliga hørðum turbulensi í klárari luft
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
30.05.2024 - 11:17

Herfyri var eitt flogfar hjá Singapore Airlines, sum fleyg úr London til Singapore, í ógvusligum turbulensi. 

Ein doyði og 30 vóru løstað, tá flogfarið datt 1800 metrar eftir fáum minuttum.

Eygnavitni hava greitt frá, at ruðuleiki valdaði í flogfarinum, og ferðafólk vórðu slongd úr stólunum.

Eisini eitt flogfar hjá Qatar Airways hevur verið í líknandi støðu.

Á ferðini úr Doha til Dublin kom flogfarið í turbulens, sum hevði við sær at seks ferðafólk og seks starvsfólk fingu skaða.

 

Ikki upplivað nakað líknandi

Kurt Fossaberg er Flight Safety Officer hjá Atlantic Airways og arbeiðir við trygdini í sambandi við flogferðslu.

Hann sigur, at tey hjá Atlantic Airways ongantíð hava upplivað nakað, sum minnir um áður nevndu hendingar.

Kurt Fossaberg sigur, at um fólk sótu í trygdarbelti, hevði neyvan nakað hent.

 

Sitið íbundin

Hyggjuráðini eru altíð at sita íbundin, tí turbulensur kann koma óvart á flogskipararnar.

Sjálvur hevur Kurt flogið í 36 ár, og hann hevur onkuntíð upplivað turbulens, hóast veðurkortini ikki hava bent á tað.

Jørðin hitnar, heit luft hevur meira orku í sær enn køld luft. Tí er okkurt, ið bendir á, at vit kunnu vænta fleiri líknandi hendingar í framtíðini.

Viðurskiftini um okkara leiðir eru tó øðrvísi enn sunnanfyri, og tí væntar Kurt Fossaberg ikki, at flogfør við Føroyar fara at koma í slíkar ógvusligar støður.

 

1676000

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572