Øssur Kjølbro sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi

Øssur Kjølbro sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi
Seinastu árini hevur hann virkað sum sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið.
Øssur Kjølbro
Mynd: Savnsmynd  
 
01.06.2024 - 13:02

Øssur Kjølbro verður sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Hann verður skipaður í embætið undir innsetingargudstænastu í Christianskirkjuni sunnudagin 16. juni.

Norðoya vestara prestagjald fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldssund, Kunoy, Syðradal, Húsar, Mikladal, Trøllanes og Árnafjørð.

Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki.

Øssur Kjølbro byrjaði sum óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi í 2018. Seinnu árini hevur hann verið virkandi sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið í fleiri prestagjøldum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846