Donald Trump farin á Tik Tok

Donald Trump farin á Tik Tok
Eisini Joe Biden, forseti, er á sosiala miðlinum, hóast hann hevur skrivað undir eina lóg, sum setur forboð fyri Tik Tok-appini í USA
Donald Trump er nú eisini á Tik Tok
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.06.2024 - 10:20

Donald Trump hevur stovnað sær ein brúkara á sosiala miðlinum TikTok, sum hann sjálvur royndi at banna í USA, tá ið hann var forseti. 

Vangin av Trump á TikTok var stovnaður í gjár, og eftir fáum tímum hevði hann fingið tvær milliónir fylgjarar, skrivar Reuters. 

Trump ætlar at brúka Tik Tok í valstríðnum upp undir amerikanska forsetavalið í heyst.

Joe Biden, forseti, er eisini á Tik Tok, hóast hann hevur skrivað undir eina lóg, sum setur forboð fyri Tik Tok-appini í USA.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875