Sendirøð um svik og hvítting: Danska stjórnin arbeiðir við átøkum

Sendirøð um svik og hvítting: Danska stjórnin arbeiðir við átøkum
Allir flokkar í fólkatinginum eru bodnir á fund í løgmálaráðnum mánadagin
Amira Smajic er moldvørpa í sendirøðini "Den sorte svane."
Mynd: TV2  
 
07.06.2024 - 11:23

Danska stjórnin fer á fundi mánadagin at viðgera átøk móti skattasviki og hvítting, eftir at danska dokumentarsendingin "Den sorte svane" er víst í donskum sjónvarpi.

Allir flokkar í fólkatinginum eru bodnir við á fundin, sum verður í løgmálaráðnum. 

Stjórnin hevur ikki sagt ítøkiliga, hvørji tiltøk tey ætla at seta í verk, men ráðharrarnir vera við á fundinum.

 

Peter Hummeland, løgmálaráðharri, sigur seg vera skelkaðan av sendirøðini. Stjórnin hevur boðið umboðum fyri allar flokkar í fólkatinginum til fundar mánadagin. 

 

Fíggjarlig brotsverk

Eftir at danska TV2 vísti dokumentarrøðina "Den sorte svane" í síðstu viku, hava danskir miðlar skrivað nógv um málið.

Í sendirøðinii verða umfatandi fíggjarlig brotsverk og svik avdúkað, m.a. at dálkað jørð verður tyrvd. 

Avdúkingarnar í dokumentarrøðini eru gjørdar við fjaldum upptøkutólum og eini sonevndari moldvørpu, sum arbeiðir fyri TV2 í kriminella umhvørvinum.

 

Hevur fingið avleiðingar

Sendingin hevur longu fingið avleiðingar fyri tveir advokatar, sum eru sagdir úr starvi, og ein advokatur er meldaður til løgregluna.

Ein lokalpolitikari hevur eisini lagt frá sær, og ein umhvørvisgreinari og ein ognarmennari eru meldaðir til løgregluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138