Føroyar taptu stórt eftir leiðslumál í fyrra hálvleiki

Føroyar taptu stórt eftir leiðslumál í fyrra hálvleiki
Petur Knudsen legði Føroyar framum fyri steðgin, men heimaliðið var betri, føroyingarnir gjørdu ov nógv mistøk og taptu til endans 4-1
Føroyar løgdu seg framum, men taptu til endans 4-1 í Tallinn
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
08.06.2024 - 17:25

Føroyingarnir vóru undir einum ávísum trýsti eftir hetta, og estlendingar royndu seg við fleiri skotum útifrá - okkurt var eisini nær við at finna málhornið - men miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu Føroyar leiðslumálið. 

Hanus Sørensen tók innkast vinstrumegin, fekk bóltin aftur og sendi væl innfyri. Samuel Chukwudi var nær við at fáa høvdið á, men Petur Knudsen hevði sníkt seg til handaru stong, har bólturin endaði, og NSÍ-framherjin setti høvdið. 

Fyrsta málið hjá Peturi Knudsen, og Føroyar vóru frammanfyri.

Tíggju minuttir seinni var sera nær við, at Meinhard Olsen tvífaldaði føroysku leiðsluna, tá frálíkt føroyskt spæl endaði við, at vongurin varð spældur leysur aftan fyri estlendsku verjuna. Hann royndu at fara fram við málverjan, og tað eydnaðist, men ólukkutíð fekk ein verjuspælari prikað bóltin út til horna, áðrenn Meinhard Olsen fekk sett fótin á.

Estlendska trýstið vaks tó fram ímóti steðginum, og tað endaði eisini við, at heimaliðið javnaði. Føroyingar mistu bóltin á miðvøllinum, og Alex Matthias Tamm varð spældur leysur, lyfti bóltin hegnisliga upp um Bárð á Reynatrøð í føroyska málinum, og so var javnleikur.

 

Vánalig byrjan eftir steðgin

Vánaliga føroyska gongdin helt fram eftir steðgin. Estland var týðiliga omaná hesa løtuna, og løgdu seg eisini framum, tá góðir 49 minuttir vóru spældir. Føroyska verjan fekk ikki vart fyri innlegginum úr vinstru, og tá bólturin varð skallaður yvirum, hevði Samuel Chukwudi mist Henri Anier burt, og estlendingurin setti bóltin í netið.

Føroyingarnir høvdu einstakar hálvvandamiklar støður og kjansir, men tað vóru estlendingarnir, sum øktu tvær ferðir til endans. Fyrst skoraði Edgar Tur umvegis Hanus Sørensen, og síðan fangaði Danil Kuraksin ein leysan bólt í yvirtíðini og umsetti til 4-1.

Ein dystur, har heimaliðið hevði sigurin uppibornan, men har tað vóru persónlig mistøk meir enn nakað annað, sum avgjørdu.

Føroyar spæla um triðja plássið í Baltic Cup týsdagin.

 

Le Coq Arena (Baltic Cup, hálvfinala)
Estland - Føroyar, 1-4 (1-1)

0-1 Petur Knudsen, 24 min.
1-1 Alex Matthias Tamm, 43 min.
2-1 Henri Anier, 50 min.
3-1 Edgar Tur, 83 min.
4-1 Danil Kuraksin, 90 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373