Leif Mohr Kring Føroyar: Punkterað hjól steðgaði tvídysti

Leif Mohr Kring Føroyar: Punkterað hjól steðgaði tvídysti
Pauli Poulsen var fremstur samanlagt, tá hann punkteraði á triðja teini á Sandoynni, og so vann Jákup Petur Eliassen triðja árið á rað. Súsanna Skylv var suveren hjá kvinnunum
10.06.2024 - 15:40

Jákup Petur Eliassen vann stóru fimm daga súkklukappingina, Leif Mohr Kring Føroyar, triðja árið á rað.

Hann var heili 19 minuttir framman fyri næstfremsta súkklaran, Bergtór Tórsteinsson, men tað kundi verið øðrvísi, um Pauli Poulsen ikki var óheppin og punkteraði á triðja teini á Sandoynni.

Pauli Poulsen vann nevniliga einkultstartin í Eysturoynni fyrsta dagin, og tá hann punkteraði, var hann samanlagt góðan hálvan annan minutt framman fyri Jákup Petur Eliassen.

Pauli Poulsen kom ikki á mál, kundi tí ikki longur vinna Kring Føroyar, og Jákup Petur Eliassen var ov sterkur fyri hinar menninar.

 

Súsanna Skylv suveren

Tað var ein kvinna, sum átti næstbestu tíðina yvirhøvur. Súsanna Skylv vann suverent hjá kvinnum, og hon vísti sína styrki við at geva monnunum skarpan gang. 

Á fjórða teininum í Suðuroynni fylgdi hon Jákup Peturi Eliassen allan vegin og fór fyrst um mállinjuna.

Sterki triatleturin brúkti súkklukappingina sum liður í fyrireikingunum til kappingar seinni í summar, og nógv bendir á, at hon er væl fyri í ár.

Tilsamans 34 súkklarar vóru við í Leif Mohr Kring Føroyar í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459