Føroyskt dómarapar í Danmark: Høgni og Andrias eru nú elitudómarar

Føroyskt dómarapar í Danmark: Høgni og Andrias eru nú elitudómarar
Høgni og Andrias Fríðuson Gaard hava í høvuðsheitum dømt í 2. deild, men eftir at hava fingið góð skoðsmál fyri kappingarárið 2023/24, skulu brøðurnir nú døma í 1. deild
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
12.06.2024 - 11:50

Teir eru beiggjar, teir eru báðir lesandi, og teir eru nú eisini elitudómarar. Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark, skrivar Hondbóltssambandið. Teir gerast tí partur av fremstu dómarum í Danmark, og í fyrstu atløgu skulu teir komandi kappingarár døma í 1. deild.

Elitudómarar í Danmark eru sambært HSF dómarar, sum døma í liga-deildini, sum er besta deildin, og í 1. deild, sum er næstbesta deildin. Eisini eru elitudómarar saman til skeið, testir og samlingar av ymsum slag. 

Høgni og Andrias eru báðir lesandi í Keypmannahavn og hava dømt nógv í 2. deild og nakað í fyrstu deild. Men eftir at hava fingið góð skoðsmál fyri kappingarárið 2023/24, eru teir nú fluttir upp.

Høgni og Andrias døma eisini altjóða fyri Føroyar, har teir hava verið partur av Young Referees Programme hjá EHF. Saman hava teir dømt altjóða kappingar í Svøríki, Montenegro og Ungarn seinastu trý árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756