Tunnilin undir Húsareyni verður seinkaður

Tunnilin undir Húsareyni verður seinkaður
Enn er ógreitt, hvussu nógv verkfallið fer at seinka arbeiðnum
Tunnilin undir Húsareyni verður seinkaður. (Savnsmynd)
 
12.06.2024 - 13:37

Um eina viku ella so ber til at siga, hvussu nógv tunnilin undir Húsareyni í Havn verður seinkaður av verkfallinum, sum var.

Men tað er greitt, at tunnilin verður seinkaður.

Hvussu tíðarætlanin fer at síggja út, ber ikki til at siga enn, sigur Niclas Joensen, fíggjarstjóri í Articon, sum ger arbeiðið. Men hann væntar, at tað verður greitt um eina viku ella so.

- Vit vita, at tað verður seinkað, men avleiðingarnar av, at arbeiðið hevur ligið stilt í fýra vikur, síggjast ikki beinanvegin, sigur Niclas Joensen.

Ætlanin hevur verið, at tað skal vera koyrandi í tunlinum undir Húsareyni 1. november. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775