Fyriskipari: "Vit vita ikki heilt, hvat er upp og niður, men Tessa spælir"

Fyriskipari: "Vit vita ikki heilt, hvat er upp og niður, men Tessa spælir"
Tessa framførir á Voxbotn, men hon noktar fyri at framføra saman við The Antonelli Ochestra, sum annars skal spæla undir hjá øðrum tónleikarum á ársins Voxbotn
Seinast Tessa framførdi í Føroyum var á G!-festivalinum í 2022.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2024 - 15:22

Tessa noktar fyri at spæla saman við The Antonelli Orchestra, sum eftir ætlan skuldi spæla undir tveimum konsertum hjá donsku rappkvinnuni í summar. Ein av hesum konsertunum er konsertin hjá Tessu á ársins Voxbotn seinni í hesum mánaðinum. 

Rúni Djurhuus er fyriskipari av Voxbotn, og hann staðfestir, at Tessa framførir, men tað verður við einum øðrum bólki. 

- Hon kemur til Føroya at spæla, og hon hevur lovað, at føroyingar ikki skulu vera snýttir, sigur Rúni Djurhuus.

Tað er í kjalarvørrinum av mongu avdúkingunum um kynsligan ágang í nýggju heimildarrøðini hjá DR, "Sexisme i musikbranchen", at unga rappkvinnan hevur gjørt greitt, at hon ikki ætlar at spæla saman við The Antonelli Orchestra. 

Í heimildarrøðini greiða fleiri kvinnur frá, at ein av limunum í The Antonelli Orchestra hevur framt kynsligan ágang. Og tí ætlar Tessa sær ikki at framføra saman við bólkinum - hvørki nú ella í framtíðini, sigur hon við BT.

Eftir ætlan skal The Antonelli Orchestra tó framvegis spæla undir hjá fleiri av øðrum tónleikarum á Voxbotn, eitt nú hjá Burhan G, Peter AG og Jokeren.  

- Hetta er so nýtt, so eg má fyrst finna út av, hvat vendir upp og niður í hesum málinum. Hetta er so nýtt og ógvusligt, so vit standa eitt sindur spyrjandi beint nú, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari:

RDVox

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343