EM-tíðindi: Týski risin tykist hvokkin, meðan skotar hava hertikið München

EM-tíðindi: Týski risin tykist hvokkin, meðan skotar hava hertikið München
Komandi mánaðin fara 24 lond at kappast um at vinna hitt 17. endaspælið um evropameistaraheitið í mansfótbólti. Suni Merkistein málar EM-fepurin í EM-tíðindunum
Setanardysturin millum vertstjóðina Týskland og Skotland kann gerast meira spennandi, enn flest øll geva sær far um, heldur Suni Merkistein
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.06.2024 - 17:14

Klokkan átta í kvøld verður tann fyrsti av í alt 51 dystum í EM-endaspælinum í fótbólti bríkslaður í gongd. Henda komandi mánaðin fara tey 24 londini, sum við eru, at kappast um at vinna hitt seytjanda endaspælið um evropameistaraheitið í mansfótbólti.

Týskland hýsir einsamalt stóra EM-endaspælinum. Spælast skal í tíggju ymiskum býum, Berlin, Dortmund, München, Køln, Stuttgart, Hamburg, Leipzig, Frankfurt, Gelsenkirchen og Düsseldorf.

EM-endaspælið er fjórða hvørt ár. Koronufarsóttin gjørdi, at seinasta EM-endaspælið var útsett frá 2020 til 2021. Tá var spælt í ymiskum londum fyri at hátíðarhalda, at hálvthundrað ár vóru liðin, síðani farið var undir Evropa-kappingina í fótbólti fyri landslið í 1960.

 

Størri spenningur enn flest geva sær far um

Setarnardysturin í München í kvøld verður millum Týskland og Skotland. Spenningurin er í veruleikanum størri, enn flest øll geva sær far um.

Týski fótbóltsrisin tykist hvokkin. Síðan glæsiliga HM-sigurin í Brasil í 2014, er stígur komin í. Gongdin hevur verið døpur tey seinnu árini. Í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018 snávaði Týskland longu í bólkaspælinum, og í seinasta EM-endaspælinum gekst lítið mætari. Í HM-endaspælinum í Katar í desember 2022 var týska landsliðið fyri eyðmýkjandi tapi móti Japan, og noyddist til húsa aftur longu eftir bólkaspælið.

Tá Týskland bjóðaði av aftur í einum revansjudysti í fjør heyst og á øðrum sinni tapti fyri Japan, fekk tað avleiðingar. Tað kendist ikki sørt súmbólskt, at revansjudysturin var spældur á Volkswagen Arena í Wolfsburg. Báðir týsku krúngimsteinarnir - fólkavognurin og fótbóltslandsliðið - vóru nú í djúpari kreppu. Venjarin Hansi Flick var í stundini frákoyrdur. Tað er eindømi í týskari fótbóltssøgu, at fótbóltssambandið rekur landsliðsvenjaran á dyr. 

 

70 ár síðani fyrsta týska HM-sigurin

2024 er stórfingið jubileumsár í týskum fótbólti. 70 ár eru liðin síðan fyrsta týska HM-sigurin í 1954. Die Nationalmannschaft vann sær tá støðu sum ein institusjón í tí nýggja, modernaða Vesturtýsklandi.

Sjálvt søgumenn vilja vera við, at Samveldislýðveldið varð ikki stovnsett í 1949, men 4. juli í 1954, tá vesturtýska liðið í finaluni á Wankdorff-leikvøllinum í sveisiska samveldishøvuðsstaðnum Bern sigraði 3-2 á favorittunum úr Ungarn við Puskas á odda, eftir at hava verið afturúr 2-0. Sigurin veitti týska fólkinum eina fløvandi uppreisnarkenslu eftir lemjandi ósigurin í Seinna Veraldarbardaga stutt frammanundan.

Í ár eru hálvthundrað ár liðin síðani annan týska HM-sigurin á heimavølli í 1974. Við oddamanninum Franz keisara - soleiðis var liðskiparin Beckenbauer ofta nevndur - vann Vesturtýskland í finaluni á Hollandi við Jóhan Cruyff og tí flúgvandi totalfótbóltinum í sínum skjaldramerki.

 

Toni Kroos er við aftur

Í dag er tað hin ungi Julian Nagelsmann, ið stjórnar týska landsliðnum. Glottar hava verið í seinastuni, sum aftur fáa fólk at halda, at ein vón er fyri Die Nationalmannschaft á heimavølli í summar. Og mong fegnast, at venjarin hevur fingið veteranin Toni Kroos, sum í fleiri ár hevur verið lyklaspælari í stórfelagnum Real Madrid, at venda aftur á landsliðið, nú EM skal spælast í heimlandinum.

Venjarin gav eisini ilt av sær, tá almenna týska kringvarpsstøðin WDR - Westdeutscher Rundfunk - í einari meiningarkanning uppundir EM-endaspælið hevur sett nakrar umstríddar spurningar, eitt nú, hvat teimum dámar, at liðskiparin á týska landsliðnum, Ilkay Gundogan, er av turkiskari rót. Sambært kanningini hildu 17 prosent av teimum spurdu, at tað var óvirðiligt, og uppaftur fleiri svaraðu, at liðskipari okkara eigur at vera ein rættur týskari.

Julian Nagelsmann sigur seg vera skelkaðan um, at fjølmiðlarnir bera slík tíðindi. - Vit spæla fyri øllum okkara fólki og gera ikki mun á uppruna og húðaliti. Landsliðið skal savna okkum, ikki seta kílar í, sigur hann. 

 

Skotar hava sett dám á býarmyndina í München fyrrapartin. Tiltikni kiltklæddi fjepparaskarin, nevndur Tartan Army, hevur hildið sær á gleimi í Marienplatz í München. Soleiðis ljóðaði í dag:

 

Tartan_Army_14062024


Skotar í túsundatali eru komnir til Týsklands at fylgja sínum liði. Og sum vera man er tað teimum stórur heiður at spæla sjálvan setanardystin. Liðskiparin - Liverpool-bakkurin Andy Robertson - sigur soleiðis:

 

Andy_Robertson_14062024


Hvør fer so at vinna EM hesa ferð?

Ein tvørskurður av tí, sum fremstu fimm veddingarfyritøkurnar eru komnar til, er, at hesi londini vera millum bestu fimm liðini:

Nummar fimm verður Spania. Her sæst eitt ættarliðsskifti. Supertalentið Yamal í Barcelona er enn ov feskur, hann er bara 16 ár, annar er 21 ára gamli Pedri. Rutinan kann tó bera langt.

Nummar fýra verður Portugal. Hin nú 39 ára gamli Ronaldo er framvegis stjørnan, sum blaktrar bjartast av øllum, men hann ber ikki liðið einsamallur longur.

Nummar trý er Týskland. Teir hava heimavøllin og alla søguna við sær, men tað røkkur ikki heilt upp á tindin.

Nummar tvey er Frakland. Heimsmeistararnir frá 2018 og við superstjørnuni Kylian Mbappe á odda og eina røð av gávuríkum spælarum fara teir aftur at spæla seg í eina stóra finalu.

Og so er tað sjálvur favoritturin - Ongland.

Ikki síðani 1966 er Ongland nevnt sum høvuðsfavorittur. Í síðstu EM-finaluni taptu teir eftir brotssparkkapping fyri Italia. Ongland hevur ikki havt so stórt úrval av dygdargóðum álopssinnaðum spælarum sum nú við úrmælinginum Jude Bellingham á odda, men ein snópisligur ósigur fyri Íslandi á Wembley stutt undan EM hevur fingið fleiri at ivast, um Ongland hevur tað, ið krevst av liði, ið skal vinna.

 

Hvat: EM-tíðindini
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Hvønn dag eftir tíðindini á døgurða

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564