Redaktørurin ikki ákærdur

Redaktørurin ikki ákærdur
Redaktørurin á Vágaportalinum, Ólavur í Beiti, verður ikki ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini
Kynsligur samleiki kom í 266b í Føroyum í 2006.
 
18.06.2024 - 06:06

Redaktørurin á Vágaportalinum, Ólavur í Beiti, verður ikki ákærdur fyri at bróta grein 266b í revsilógini.

Tað hevur ríkisadvokaturin avgjørt.

Orsøkin er, sigur hann, at hann ikki heldur, at eitt rættarmál hevði endað við dómi.

Í dag er eitt revsimál um grein 266b í rættarlistanum hjá Føroya rætti.

Ein 58 ára gamal maður er ákærdur, tí hann 9. november í 2022 skrivaði niðrandi um samkynd á júst Vágaportalinum.

Maðurin játtar seg sekan.

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

Hóast orðini stóðu á Vágaportalinum, verður redaktørurin har ikki ákærdur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938