Georgia spælir EM-fótbólt fyri fyrstu ferð

Georgia spælir EM-fótbólt fyri fyrstu ferð
Í dag spælir Georgia fyri fyrstu ferð í einum EM-endaspæli í fótbólti. Mótstøðuliðið á Signal Iduna Park er Turkaland.
Georgisku viðhaldsfólkini í miðbýnum í Dortmund gleða seg til fyrsta EM-dystin í dag
Mynd: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2024 - 12:17

Seinnapartin fer Georgia á vøllin at spæla EM-fótbólt fyri fyrstu ferð.

Eysturevropeiska landið, sum gjørdist sjálvstøðugt í 1991, eftir at Sovjetsamveldið fall, hittir Turkaland í søguliga dystinum á Signal Iduna Park klokkan 17.00.

Georgia spældi seg til endaspælið við at vinna dramatiskan playoff-dyst á Grikkalandi eftir brotssparkskapping, og í berum ovfarakæti hátíðarhildu fólk sigurin á gøtunum í høvuðsstaðnum, Tbilisi, til morgunin eftir.

 


Nógv viðhaldsfólk eru komin til Týsklands úr Georgia. MYND: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix

 

'Kvaradona' gongur á odda

Størsta stjørnan hjá Georgia er Khvicha Kvaratskhelia. 23 ára gamli vongurin var í fjør við til at tryggja Napoli fyrsta meistaraheitið, síðan Diego Maradona var í hæddini í fýrsunum.

Av hesum og av eyðkenda ágangandi spælistílinum verður hann nevndur 'Kvaradona'. Vongurin er lyklaspælari hjá Georgia, men aðrir eru eisini. Giorgi Chakvetadze hevur spælt væl fyri Watford í næstbestu ensku deildini, og málverjin, Giorgi Mamardashvili, er fyrsta val í málinum hjá spanska felagnum Valencia.

Á odda fyri liðnum er fyrrverandi franski landsliðsbakkurin Willy Sagnol, sum var settur í 2021.

 

Ronaldo er aftur í yndiskappingini

Portugal telist millum favorittarnar at vinna EM-endaspælið í Týsklandi, saman við Fraklandi og Onglandi.

Skal tað eydnast, skal Cristiano Ronaldo spæla væl í yndiskappingini, sum Portugal vann í 2016. 39 ára gamli framherjin, sum nú spælir við Al Nassr í Saudi Arabia, eigur bæði mál- og dystarmetið í EM-høpi, og saman við 41 ára gamla verjuskansanum Pepé, skal hann ganga á odda fyri portugisiska hópinum, sum á pappírinum er sera sterkur.

Portugal byrjar EM-endaspælið við dysti ímóti Kekkia á Red Bull Arena í Leipzig klokkan 20.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. mai
Morgunlestur hósdagur 22.mai 2025
192148
Mikudag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 22.mai 2025
192176
Mikudag 21. mai
Morgunlestur mikudagur 21.mai 2025
192174
Týsdag 20. mai
LEITISSTEIN 20.05.2025 (FRUM)
192144
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112